TT

Tilnevn fólk at heiðra

08.05.2024

Vágbingar kunnu nú tilnevna fólk at heiðra til Ljósfestina 2024.

Vikuskiftið 16-18. august verður Ljósfest í Vági, har tónleikur, listaframsýning og mangt annað verður á skrá. Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Ljósfest er heiðranin av fólki, ið hava gjørt eitthvørt gott fyri Vág. Í samband við ársins Ljósfest, er møguligt at tilnevna fólk ella felagsskap, ið hava uppiborið ein heiður frá Vágs Kommunu.

Øll kunnu tilnevna ein persón ella felagskap við at trýsta her. Freistin at tilnevna er 1. juni 2023.

Tann, ið tilnevndur verður, skal hava:

  • gjørt eitthvørt gott fyri Vág.
  • gjørt hetta í einum positivum anda, ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðinum.
  • sterkt tilknýti til Vág.


Tað, at heiðra fólk, er okra máti, sum kommuna, at siga takk til tey, sum leggja orku í at bygdin hevur tað gott og at trivnaðurin í Vági er í hásæti. Hetta sigur Levi R. Mørk, formaður í Mentamálanevndini.

Í 2021, 2022 og 2023 heiðraði Vágs Kommuna: Niels Petur Nolsøe, Poul Andreasen, Robert McBirnie, Ingeborg Vinther, Jonhild Kjærbo, Jórun Hansen og Gudmund Jacobsen fyri teirra íkast á lívsleiðini fyri Vágsbygd.


Deil á facebook