TT

Burturkast og endurnýtsla

Umhvørvið og røkt av umhvørvinum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum. Vágs kommuna leggur stóran dent á umhvørvisviðurskiftir, bæði tá tað snýr seg um burturkast, skipað ruskpláss, endurnýtslu og umhvørvið í býnum sum heild.

Ruskplássið

Ruskplássið í Vágs Kommunu liggur á ídnaðarøkinum á Oyrunum. Ruskplássið er ætlað burturkasti frá húsarhaldunum í kommununi. Húsarhaldsburturkast er tað, sum ikki er egna at fara í IRF-posarnar.

Upplatingartíðir

Mánadag, ónsdag og fríggjadag kl. 17:00 – 19:00

Leygardag kl. 14:00 – 18:00

 

Ruskplássið er stongt allar heiligdagar og harafturat flaggdagin, 1. mai, grundlógardagin og 1. november. Annars eftir kunning frá kommununi.

 

 

Reglugerð fyri ruskplássið
  • Ruskplássið er bert ætlað vanliga húsarhaldinum.
  • Virkir, handlar, kioskir, stovnar v.m. kunnu ikki nýta bingjuplássið.
  • Loyvt er ikki at lata ruskplássinum størri nøgdir frá eitt nú húsabygging ella umvæling. Størri nøgdir skulu koyrast beinleiðis til IRF í Trøllavík.
  • Rusk má bert koyrast á ruskplássið, tá ið tað er opið.
  • Tað er strangliga bannað at seta frá sær burturkast uttanfyri bingjuplássið.
  • Tað er strangliga bannað at koyra nakað burturkast, so sum vembur og annað lívrunnið burturkast aðrastaðni enn á kommunala ruskplássið.

Brot á hesa reglugerð verður revsað við bót.

Samband

Umsjónarfólkið hevur telefon 239374.

Endurnýtsla

Endurnýtslubyngja er sett upp á ruskplássinum á Oyrunum. Henda byngja er ætla burturkasti, sum er ov gott at beina burtur, og sum onnur kundu fingið gleði av. Lutirnar, sum verða settir í bingjuna, eru borgarar vælkominir at taka heim við. Lutir, t.d. ting, møblar o.l., sum verða mett at kunna brúkast, verða goymd í bingjuni í tvær vikur.

Bingjan er opin somu upplatingartíðir sum bingjuplássið, og skal brúkast í samráð við umsjónarfólkið á staðnum.

Størri mongdir av burturkasti og vinnuligt burturkast

Ruskplássið hjá Vágs Kommunu tekur ikki í móti størri nøgdum av burturkasti frá húsarhaldum í kommununi. Hetta sama er galdandi fyri burturkast frá vinnuni í kommununi. Í hesum førum verður víst til móttøku- og tyrvingarplássið hjá IRF í Trøllavík. Sí reglugerðina fyri ruskplássið.

Upplatingartíðir hjá IRF í Trøllavík

Mánadag til fríggjadag frá kl.8.00 til kl.16.00.

Stongt leygardag og sunnudag.

Hevur tú ongan gráan posa eftir?

Hevur tú ongan gráan posa eftir?

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 38, eru ov nógvir posar brúktir.

Lesið meira á heimasíðuni hjá IRF.

Byngjan hjá Dugna

Øll kunna stuðla virkseminum og hugtakinum hjá Dugna, um at meinniskju eins og lutir hava virði og rætt til nýggjar møguleikar, við at lata lutir til í endurnýtslubyngina. Bingjan hjá Dugna stendur á økinum hjá Salt.

Les vegleiðingina um, hvat kann latast í byngjuna her.

Samband

Spurningar um byngjuna ella virksemi hjá Dugna í Suðuroy kann stílast til Eyðstein Jacobsen, leiðari, telefon 29 29 95.

Tað ber eisini til at finna upplýsingar um Dugna her.

Upplatingartíðir hjá Dugna-byngjuni

Bingjan verður opin hesar tíðir:

Mánadag til tórsdag frá kl. 10.00 til kl. 14.00