TT

Børn frá Akkuleyu í Eikilund vitjaðu borgarstjóran

04.05.2024

Mánadagin hevði borgarstjórin Bjarni Johansen vitjan av 13 børnum og 3 starvsfókum frá stovuni Akkuleya í Eikilund.

Tey vóru ikki ørindaleys. Borgarstjórin fekk eitt bræv frá teimum, har ein umsókn um stuðul lá í. Tey spurdi um Vágs Kommuna kundi stuðla við vatni, til eina ítróttarkapping sum verður í Vágs Høll í juni. Borgarstjórin játtaði, at stuðla við vatni til luttakarnir.

Tað verða 10 kappingar, eittnú forðabreyt, stafett og ganga við epli á skeið.

Børnini fór glað til gongur yvir í Eikilund. Og tá tey vóru komin yvir í Akkuleya, so fingu tey at eta, eftir ein langan gongutúr.

Takk fyri vitjanina



Deil á facebook