TT

Páls Høll

Faroe Islands' Aquatic Center

Páls Høll er baðilandið í Vági, ið húsar 50-metra hyli, heitum barnahyli og vatnrussjibreyt. 

Umframt góðu umstøðurnar at svimja hjá vaksnum og børnum, er eisini venjingarmiðstøð og vælverudepil í Páls Høll. Venjingarmiðstøðin í Páls Høll er skipað í samstarvi við Vælveru Fitness. Í vælverudeplinum er sauna til kvinnur, sauna til menn og tvey uttandura gosbað. Eisini eru tvey rúm, har møguleiki er hjá privatum at leiga seg inn og bjóða massagu og aðra vælveruviðgerð. 

Í kafé-økinum í Páls Høll ber til at keypa drykkivørur, ís o.a.

Upplatingartíðir

Mánadag: 08:00 - 10.00 og 16:00 - 19:00

Týsdag: Stongt

Onsdag: 16:00 - 19:00

Tórsdag: 08:00 - 10:00 og 18:00 - 22:00*

Fríggjadag: 15:00 - 19:00

Leygardag: 12:00 - 18:00

Sunnudag 08:30 - 11:00 og 14:00 - 17:00

 

Vitjandi skulu verða í skiftirúminum seinast 20 min. áðrenn afturlating.

*Ætlað motiónssvimjing. Tí er vatnrussjibreytin stongd eftir kl.19.30.

Prísir og limaskapur

Atgongugjald gevur atgongd til hylarnar og eisini til vælverutilboðini í Páls Høll, sum fevna um sauna, dampbað og uttandura hitapottar.

Prísir

Atgongugjald

  • Børn 20 kr. (undir 14 ár)
  • Vaksin 50 kr.
  • Pensionistar 30 kr.

10-túrakort

  • Børn 150kr.
  • Vaksin 400kr.
  • Pensionistar 250 kr.

Mánaðarhald

  • Børn 99 kr.
  • Vaksin 199 kr.
  • Pensionistar 149 kr.
  • Familja 299 kr.

Limaskapur

Til ber at tekna hald til Páls Høll her.

Leiga Páls Høll

Tað ber til hjá borgarum í kommuni og øðrum at leiga Páls Høll til ávís tiltøk. 

Leiga av Páls Høll í 1,5 tíma: 1.000 kr. (um vælverutilboðini eisini verða leigaði afturat, er eitt eyka gjald á 500 kr.)

Leiga av Páls Høll til føðingardag (man er í hylinum í ca. 1 tíma.): 1.000 kr. (um vælverutilboðini eisini verða leigaði afturat, er eitt eyka gjald á 500 kr.)

Vinarliga setið tykkum í samband við Páls Høll í samband við leigu.

Trygd og reinføri

Reglugerð fyri tína trygd
Tað eru altíð lívbjargarar til staðar, tá almenn svimjing er í Páls Høll. Lívbjargarar gera alt fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda. Men minst til vandin er har framvegis og tú hevur eisini ábyrgd fyri egnari trygd.

  • Svim ongantíð einsamallur.
  • Børn, sum ikki duga at svimja, skulu í minsta lagi brúka armringar og belti – og harumframt verða undir
  • støðugum uppsýni av einum vaksnum.
  • Send ongantíð tíni børn ella onnur, sum ikki duga væl at svimja, einsamøll í svimjihøllina.
  • Tú hevur ábyrgdina av tínum børnum, lat tey ikki verða uttan uppsýn, tá tey eru í svimjihøllini.
  • Legg ikki ábyrgdina á onnur, heldur ikki eldri systkin.
  • Børn undir 8 ár hava bert atgongd saman við vaksnum (undantikið tá barna-svimjing er).
  • Tú svimur við egnari ábyrgd, og merkir hetta, at tú hevur ábyrgdina fyri tínari egnari trygd.
  • Svim ikki tá tú hevur drukkið alkohol.
  • Ikki kappast um hvussu longi tú megnar at halda høvdið undir vatninum.
  • Kanna vatndýpið áðrenn tú kavar.
  • Ikki trýsta onnur niður í vatnið.
  • Ikki skumpa onnur út í vatnið.
  • Epileptikarar og svimjandi við ringum hjarta, skulu verða undir støðugum uppsýni av einum hjálpara.
  • Páls Høll tekur onga ábyrgd av virðislutum o.ø. hjá vitjandi.
  • Boð frá starvsfólkunum skulu fylgast.
  • At enda: Lær teg at svimja 

Reglugerð fyri reinføri

  • Vaska tær væl við sápu um allan kroppin áðrenn tú fer í svimjihylin ella í sauna. Og minst til at skola tær væl.
  • Svimjiklæði skulu verða rein.
  • Tað er ikki loyvt at ganga í uttanduraskóm í brúsurúmunum og í svimjihylsøkinum í svimjihøllini.
  • Fer tú á WC, eftir at tú er byrjaður at svimja, skal tú vaska tær væl aftur við sápu um allan kroppin.
  • Tað er ikki loyvt at raka sær undir brúsuni.
  • Tað er ikki loyvt at taka við sær fløskur ella gløs inn í svimjihøllina.
  • Tað er ikki loyvt at njóta drekkivørur ella mat (slikkarí) í svimjihylsøkinum ella í vælverudeplinum.
  • Fólk við smittandi sjúkum (t.d. diarre, krím, eygnabruna, oyrabruna, og bruna í húðini) mugu ikki brúka svimjihylin.
  • Fólk við smittandi gulsot (hepatitis A) mugu ikki brúka svimjihylin.
  • Fólk við fótvortu ella fótsvampi mugu bert brúka svimjihylin, tá tey eru farin í læknaviðgerð.
  • Í sauna’ini skal handklæði brúkast at sita á.
  • Boð frá starvsfólkunum skulu fylgast.
Søgan um Páls Høll

Søgan um Páls Høll byrjaði í 2008, tá ein ungur Pál Joensen, úr lítlu Føroyum, vann trý gull heiðursmerkir til EM, í Budapest, fyri juniorar. Pál vandi tá í einum 25-metra hyli, tí eingin 50-metra hylur var í Føroyum.

Í 2010 vann Pál EM í Budapest. Venjingarumstøðurnar vóru tá ikki góðar nokk til, at ein sum Pál kundi halda á fram at kappast við heimselituna. Í eini samrøðu, eftir finaluna í Budapest, segði Pál: "I don't know yet, whether I'll stay in the Faroes long-term because the conditions aren't very good. I can only train short-course". Tað var eftir hetta, at Craig Lord, frá swimnews.com, segði kendu orðini: "Build that man a pool, and name it after him!". Eftir hetta setti eitt toymi seg saman og setti spurningin: "Kunnu vit byggja ein 50-metur langan hyl til heiðurs fyri Pál?"

Svarið var ja, tí í 2013 varð byggingin sett í gongd. Við hjálp frá lokalum fyritøkum, sjálvbodnari arbeiðsmegi, peningaligum stuðli og stuðli frá mentamálaráðnum, lat Páls Høll upp í oktober 2015. Føroya fyrsti langhylur; bygdur við lokalari arbeiðsmegi, til heiðurs fyri Páli Joensen, og til ein kostna, ið ikki stóð mát við tað, ið frammanundan, av fíggjarkønum, varð mett.

Pál Joensen svam seg til luttøku í OL í London í 2012 og Rio de Janeiro í 2016.

Svimjistevnur og venjingarlegur

Páls Høll hevur bestu umstøður til venjingarlegur í Føroyum. Umframt venjing á langgeil (50 m. hyli), so eru venjingarmiðstøð og vælverudepil í Páls Høll.

Um Páls Høll

Í Páls Høll eru tveir svimjihylar. Ein 50-metra hylur, Føroya fyrsti langhylur, og ein barnahylur.

Tann stóri hylurin í Páls Høll er 50 m. langur og 16 m. breiður. Hylurin er býttur í 6 geilir og er umleið 28 hitastig. Vatndýpið er frá 1,05 m. og niður til 1,80 m. Grunni endin av stóra hylinum er 16 m. út, tvs. at eitt økið á 16 m. x 16 m. er við 1,05 m. dýbd. Djypri endin, har dýpið er 1,80 m., er 25 m. langt, soleiðis at tilber at venja í 25 m. hyli, har dýpi er 1,80 m.

Í Páls Høll er eisini ein barnahylur, sum er 0,40 m. djúpur. Barnahylurin er 4 x 6 m. og er 32,5 hitastig. Barnahylurin er ætlaður smábørnum við foreldrum.

Venjingarlegur

Banaleiga: 200,00 kr. pr. bana pr. tíma. Harumframt einstaklingagjald: 20,00 kr. pr. persón pr. dag 

Venjingarmiðstøð: 40,00 kr. pr. persón pr. dag

Páls Høll kann eisini skipa fyri yvirnátting, mati og flutningi í Vági, og í samband við Smyril.

Vinarliga setið tykkum í samband við Páls Høll í samband við venjingarlegur.

Send fyrispurning