TT

Vælkomin á Dansibandsfestival

03.05.2024

Í gjárkvøldið byrjaði Dansibandsfestivalurin á Hamragarði. Nógv fólk vóru møtt, har bæði búðfólk og gestir fingu dansa og hugna sær við einum drekkamunni og lagkøku, sum Vágs Kommuna hevði latið.

Tað eru nógvi gestir komnir til Vágs hetta vikuskiftið, og tað sæst aftur í bygdini.

Fríggjakvøldið verður kalt borð í Vágs Høll, har tað er borðreitt til 480 fólk. Fríggjakvøldið verða tað føroyskir tónleikarar, sum framføra og Finnur Olsen sendir Upp á tá beinleiðis í KVF.

Leygarkvøldið eru tað tey útlendslu nøvnini sum framføra og tá er grillkvøldið, sum er fulltekna.

Jeg skal vegna Vágs Kommunu, ynskja vágbingum og gestum ein góðan Dansibandsfestival.

Bjarni Johansen, borgarstjóri


Deil á facebook