TT

Fýra fyritøkur húsast í skrivstovulandslagnum

29.04.2024

Nýggja tænastan hjá Vágs Kommunu er væl móttikin. Í skrivstovulandslagnum húsast 4 fyritøkur.

Síðst í februar lýsti kommunan við nýggjari tænastu í Vági. Talan var um eitt skrivstovulandslag, sum var ætlað fólki, sum hava fjararbeiði og pendlarum, tá hesi arbeiða úr Vági. Tænastan var eisini ætlað smærri fyritøkum, íverksetum og digitalum nomadum.

Endamálið

Tænastan við skrivstovulandslagnum er í trá við samfelagsrák, har fólk ynskja at búgva í heimbygdini ella at búgva í útjaðaranum, men ikki verða avmarkaði við arbeiðsmøguleikum. Skrivstovulandslagið skal viðvirkað til, at borgarar kunnu leita sær arbeiðir aðrastaðni enn í Suðuroynni, men ikki verða noydd at flyta bústað. Skrivstovulandslagið skal somuleiðis geva fólki møguleika at flyta til Vágs, men framhaldandi arbeiða, har tey ynskja. Skrivstovulandslagið skal eisini geva fyritøkum møguleika at leiga borð til starvsfólk, ið eitt nú taka sær av fyrisiting o.ø. arbeiði, íverksetum, ið mangla eitt arbeiðsstað og digitalum nomadum, sum koma at ferðast í Vági, men skulu gera eitt hvørt fjararbeiði.

Góð móttøka

Hálvan mars læt Vágs Kommuna upp skrivstovulandslagið í hølum mitt í Vági. Og móttøkan av skrivstovulandslagnum var góð, tí í dag fáar vikur seinni húsast fýra fyritøkur og 5 fólk hava sín gerandisdag í skrivstovulandslagnum. Talan er um smærri fyritøkur, sum nú gera brúk av møguleikanum at arbeiða í einum skrivstovuumhvørvið, saman við øðrum. Skrivstovulandslagið letur nevniliga upp møguleikan at hesar fyritøkur kunnu sparra og netverk – sjálvt um fyritøkurnar kanska ikki beinleiðis hava tilknýti til hvørja aðra.

Enn eru pláss

Pláss er í skrivstovulandslagnum til fleiri og talan kann bæði verða um dag-, styttri ella longri leigu. Prísirnir eru 50 kr. um dagin fyri dagsleigu og frá 855 kr. um mánaðin fyri styttri ella longri leigumál.

Áhugaðið kunnu lesa meira her ella skriva til vagur@vagur.fo ella ringja 66 30 00.


Deil á facebook