TT

Broytingar við ferðsluni í samband við asfaltering

30.04.2024

Í samband við at HJ Asfalt fer at asfaltera á parkeringsplássinum sunnanfyri skúlan/kirkjuna, og parti av Skálavegnum, kemur tað at ávirka nýtsluna av økjunum. 

Tað ber ikki til at nýta parkeringsplássi sunnanfyri skúlan/kirkjuna frá í kvøld 30. apríl og fram til arbeiði er liðugt. Víst verður til onnur parkeringspláss í økinum. 

Skálavegurin (frá Kim Eið og niðan til Bergur Gudmundsen)  verður stongdur týsdagin 7. mai og onsdagin 8 mai. Mælt verður til at parkera bilin við Skótahúsið, ella longur niðri á Skálavegnum. 

 


Deil á facebook