TT

Closed for Maintenance í Vági

04.05.2024

Síðstu dagarnar hava føroyingar og útlendingar gjørt sjálvboðið arbeiðið í Vági. Hesi fólk hava verið partur av Closed for Maintenance átakinum, sum Visit Faroe Islands og kunningarstovurnar fyriskipað.

Ónskvøldið komu 10 sjálvboðin til Vágs. Talan var um føroyingar og útlendingar - í alt 6 tjóðskapir (Føroyar, Danmark, Polland, Canada, USA og Svørríki). Hesi sjálvbodnu vóru partur av Closed for Maintenance verkætlanini, sum var í Vági. Í verkætlanini var høvuðsuppgávan at leggja eina rás niðan á Gjógvaráfjall og at gera sitipláss á Moyggjartúgvu við útsýnið eystur yvir Vágsbygd og vestur í hav.

Byrjað var tórsmorgunin at arbeiða og arbeiðið helt fram fríggjadagin. Arbeiðið gekk sera gott - lagið var gott og arbeiðsmoralurin var høgur. Tá høvuðsuppgávan var liðug, fóru tey sjálvbodnu at sláa varðasteyðrarnar aftur niður, ið blivu settir niður í fjør. Hesir vóru koppaðir í nógva kavanum í vetur. Eisini málaðu tey rammur á skeltum, ruddaðu framvið sandinum og gjørdu eina gangibrúgv yvir eitt illa slitið stykkið á rásini vesturi á Eiðinum.

Umframt at arbeiða, so hava tey sjálvbodnu uppliva eitt sindur av tí, sum Vágur hevur at bjóða. Tey dansaðu føroyskan dans, royndu øl úr Vági, vitjaðu gamlar bygningar, sóu sólsetur á Vágseiðinum og náttúruna kring Vág. Tey knýttu vinarbond sínamillum og til Vágsbygd.



Deil á facebook