Vágs Kommuna fekk álíknað 3 mió. kr. í persónskatti í juni 2010, ella góðar kr. 60.000 meir enn sama mánaða í 2009. Juni var sostatt næstbesti mánaði higartil í ár.
Fyrstu 6 mánaðirnar í 2010 hevur kommunan fingið álíknað eina ½ mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í 2009. Hetta merkir eisini, at álíknaðu skattainntøkurnar higartil í 2010 eru smáar kr. 500.000 hægri enn mett í fíggjarætlanini.