 |
|
|
|
 |
|
|
|
|

Vælkomin á heimasíðuna hjá Vágs kommunu.
Við nýggju heimasíðuni eru møguleikarnir fyri kunning og samskifti millum borgara og kommunu øktir munandi.
Í dag eru vit partar av telduøldini, har heimurin verður minni og minni. Brøv, tíðindi og upplýsingar, sum fyrr tóku drúgva tíð at koma frá sendara til móttakara, er tøkt næstan í somu løtu ein trýstir á sendaraknøttin.
Í samskiftinum millum borgarar og mynduleikar, er opinleiki og gjøgnumskygni av avgerandi týdningi, og er teldutøkni eisini í hesum høpi góður og hentur samskiftismiðil.
Dagførda heimasíðan bjóðar tær vælkomnum at kunna teg um kommununa, og tað hon hevur at bjóða.
Ein heimasíða er ongantíð endalig. Samfelagið broytist, og tí má og eigur heimasíðan at dagførast við jøvnum millumbilum. Eisini brúkarin kann koma við góðum ráðum og viðmerkingun um, hvussu heimasíðan gerst betur og brúkiligari.
Vælkomin innar og góða eydnu.
Kirstin Strøm Bech
borgarstjóri
|
|
 |
|
|
|
|
|
|
 |
|
|
 |
|
|
|
|
|